Eygnasjúkur

AMD Eygnaforkálking

Tað eru tvey sløg av AMD, turt og vátt. AMD er ein eygnasjúka, sum í løtuni ikki kann gerast nakað við læknaliga, sum ger at man kann fáa sjónina aftur. Men við AcuNova akupunktur ella  Master Tung akupunkturi, kann man gott fáa hjálp. Tað eru nógv sum kunna hjálpast.  Tú fær ikki fulla sjón aftur, summi koma at lesa aftur uttan lesiglas, meðan onnur koma ikki at lesa aftur, men fáa eina betri sjón, soleiðis at tey hava lættari við at klára seg sjálvan. Í summum førum, kann tað steðga sjúkuni við at versna. Tað er ymiskt sum tað hjálpur. Tað er ein lívslang viðgerð um tað hjálpir, og tað er fyri at tað ikki skal versna aftur.

Grøn stær (Glaucom)

Glaucom er for høgt trýst í eygunum. Tá trýsti er for høgt, oyðileggur tað spakuligani nervakyknurnar í sjónsnervuni.

Um sjónskyknan ikki er heilt deyð, kann AcuNova endurskapað sjónskyknuna, og tú fer at síggja betur.

 

Retinitis Pigmentosa

Við kikarasjón kann AcuNova eisini hjálpa. Tað er gjørd ein kanning í Eysturríki, sum vísur á at akupunktur kann hjálpa uppá sjónina. Um ein fer inn á síðuna acunova.dk, kann man lesa meira um kanningina.

Diabetisk Retinopati

Við AcuNova kann man stegða at sjónin versnar, og sum eitt pluss blívur sjónin eisini betri. Viðgerðin til Diabetisk Retinopati er tvær viðgerður um dagin í 14 dagar. Fyrst 5 dagar so tveir hvíludagar og so aftur 5 dagar.

Eisini her er gjørd ein kanning av einum italienskum eygnalækna, les meira um tað á acunova.dk.

Tað eru fleiri mátar at viðgerða eygnasjúkur, tann eini við AcuNova og hin við Master Tung.

Við AcuNpva skulu allar eygnasjúkur viðgerðast við tveimum viðgerðum um dagin. Fyrst liggur man ein hálvan tíma, so hevur man ein tíma frí, og so aftur ein hálvan tíma. Hetta ger man í 14 dagar fyri fyrst, í alt 20 viðgerðir. Er broyting í, so skal man viðgerðast eina fer um vikuna, so leingi tað gerst betri, á leið 3 ferðir. Og síðan einafer um mánaðin restina av lívinum.

Við Master Tung skal man helst til viðgerð tríggjar ferðir um vikuna og bert eina viðgerð hvørja fer. Man skal hava í minsta lagi 10 viðgerðir og síðan færri og færri, men man skal halda tað við líka á leið einaferð um mánaðan, ella hvat man sjálvur følir er best fyri ein.

Havi góðar royndir við báðum háttum.

 

 

Blóðtøpp í eygað

Ein italienskur eygnalækni, Valeria Vanucci frá Bologna, hevur lært tann modernaða akupunkturin AcuNova, og hevur forska í, hvat sum hendur við eyganum, tá tað ein fær blóðtøpp og man beinavegin fær viðgerð við AcuNova. Tað vísir seg, at fær man viðgerð rættiliga skjótt, so kann man bøta um skaðan, sum hendur í eyganum, tá eyga verður rakt av einum blóðtøppi.

Tað ber eisini til at bøta um skaðan, sjálvt um ein tíð er liðin frá.